Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Herborg Torkilsdóttir á OY Voxbotn 2023

Tey flestu kenna okkurt lag hjá háaktuellu Herborg Torkilsdóttir, sum veruliga hevur dominerað føroyska tónleikpallin seinastu árini. Hon verður við á OY Voxbotn í ár

Hon gav sítt fyrsta lag út í 2019, og hevur síðan tá verið sera virkin, bæði við útgávum og framførslum.

Rím, skemt og søgufrásagnir mynda sangirnar hjá Herborg, ið hon sjálv skrivar. Hon megnar at fanga lurtaran, við sínum altíð autentiska stíli og beinraknu frásagnum.

Vit kenna sangirnar ‘Náttin var okay’, ‘Álvaratos’ og ‘Eg uttan teg’. Seinasta staklagið hennara eitur ‘Syngja í dur’ ið hon syngur saman við Ólavi á Váli Olsen og hevur eisini tað, verið væl umtókt.

Tað verður óivað ein hugnalig løta, tá áhoyrarafjøldin fer at syngja við til Herborg Torkilsdóttir vikuskifti 23. og 24.juni, tá OY Voxbotn 2023 er á skrá.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen, Superloader, Fríði Sigmundsson og Reiley koma á OY Voxbotn 2023.