Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther útbúgvin ákæri

Sarah Ann Bjarnadóttir Vinther hevur lokið útbúgvingina sum ákæri. Hon var til endaliga rættarmálsroynd 2. juni

Sarah Ann hevur undir útbúgvingini arbeitt sum ákærufulltrúi hjá ákæruvaldinum við Føroya Politi og er annar ákærin, sum er útbúgvin í Føroyum. 

Útbúgvingin sum ákæri tekur trý ár. Útbúgvingin er sett saman av einum ástøðiligum parti, sum eru skeið, sum eru fyriskipað av Ríkisadvokatinum. Í ástøðiliga partinum av útbúgvingini lærir fulltrúin gjølla um leiklutin sum ákæri, undir hesum hvørjar skyldur ein ákæri hevur, eins og fulltrúin fær undirvísing í avhoyringsteknikki og øðrum amboðum, sum kunnu nýtast í sambandi við rættarmál. Eisini lærir fulltrúin um tær skyldur ákæruvaldið hevur í sambandi við at tryggja løggildi og góðsku í arbeiðnum hjá politinum.

Í verkliga partinum tekur fulltrúin lut í dagliga arbeiðnum í ákæruvaldinum, millum annað við at møta fyri ákæruvaldið í rættarmálum í Føroya Rætti. 

Endaliga royndin sum ákæri er eisini sett saman av eini ástøðiligari roynd og eini verkligari roynd. Verkliga royndin er eitt vanligt revsimál, sum verður avgreitt í Føroya Rætti.