Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Countryfestivalurin: Samrøður við Severin Niclasen (Strámenn) og Signar í Homrum

Hoyr seinastu samrøðurnar, ið vóru gjørdar á FM1 í Sørvági í kvøld. Petur Zachariassen prátaði við Severin Niclasen, ið er partur av bólkinum, Strámenn sum skal framføra á Stakkapallinum í annaðkvøld klokkan 19. Petur Jákup Heinesen prátaði við Signar í Homrum, ið kann taka sær av løttum hesaferð og bara njóta festivalin, tí hann er ikki millum tey sum skulu framføra hesaferð.