Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljómborðsleikarin Inga er spent upp á fyrstu konsertina á Countryfestivalinum

Hoyr samrøðuna Petur Zachariassen gjørdi við ljómborðsleikaran, Ingu Laksáfoss Simonsen, ið spælir við í bólkinum, Rannveig sum leggur fyri á Stakkapallinum í Sørvági. Hóast Country ikki er yndistónleikasjangran hjá Ingu, so er tað eftir hennara tykki ein sera týðandi tónleikasjangra, ið er upprunin til aðrar tónleikasjangrur. Tí hevur tað týdning at framhevja country-tónleikin, sambært Ingu. Inga og hinir limirnir í Rannveig fara at framføra Country-klassikkarar á Stakkapallinum í kvøld.

Mynd: Stella Zachariassen