7. oktober verður dansur í Dansifrøi har 2 bólkar, sum ávíkavist hava 60 og 50 ára jubileum spæla til dansin.
Black Birds dreingirnir byrjaðu at spæla saman í 1974 og hava hildið á við teirra tónleiki fram til dagin í dag.
Lollipops er danskur bólkur, sum byrjaði at spæla í 1963. Nú 60 ár seinni framføra teir enn á tiltøkum serliga runt norðurlond.
Atgongumerkir til dansin kunnu keypast á www.billett.fo
Í gár, hósdagin 7. juni, tosaði Petur Zachariassen fyrst við Torben Lundgreen, sum er forsangari í Lollipops. Hann er búsitandi í Ungarn og var við í telefonini.
Síðani vitjaðu Árni Andreasen og Oskar Eiriksson í studio til prát. Teir báðir hava verið við Black Birds frá byrjan.
Hoyr prátið við Árna og Oskar her:
Hoyr prátið við Torben Lundgreen her: