Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eingin sáttmáli spyrst burturúr royndarvenjingini

Lukas Giessing hevur royndarvant við Víkingi seinastu vikurnar, men fær ikki bjóða sáttmála við felagið, sambært Eysturportalinum.

Tær seinastu vikurnar hevur Lukas Giessing royndarvant í Sarpugerði við Víkingi.

Sambært Eysturportalinum spyrst eingin sáttmáli burturúr. Tí má Lukas Giessing finna eitt annað felag.

Giessing er 23 ára gamal og hevur havt sína uppaling í FC Midtjylland.

Í 2019 vendi hann heimaftur til Føroyar, at leika við AB. Síðani fór leiðin til Danmarkar, at leika við Akademisk Boldklub (AB).

Í kappingarárinum 2021 spældi hann við HB og leikti 6 dystir, áðrenn hann fór at royna eydnuna í Nykøbing.

Í fjør spældi hann eitt hálvt kappingarár við NSÍ, men tá ið felagið flutti niður í 1.deild, valdu partarnir at skiljast. Hann spældi 12 dystir og skoraði 1 mál við Runavíkingum.

Tann tekniski miðvallarin og bakkur hevur verið uttan felag síðani tá.