Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dugni í miðbýnum í Havn letur aftur

Avbjóðingin við at hava virksemi á tveimum støðum í Havn vísti seg at vera ov stór

Mánadagin 4. apríl í 2022 klokkan 10 læt nýggj sølubúð hjá Dugna upp í hølunum hjá LBF á gongugøtuni í Havn, men nú, gott og væl eitt ár seinni, letur søluíbúðin á gongugøtuni í Havn aftur.

– Orsøkin til afturlatingina, er avbjóðingin við at vera á fleiri staðsetingum í senn. Síðsti søludagur verður mikudagin 14. juni, skrivar Dugni á sínum Facebook-vanga.

Heldur fer Dugni nú at samla alt virksemi hjá Dugna í Havn uppi á Hjalla.

– Vit eru LBF hjartaliga takksom fyri møguleikan at húsast í teirra kveikjandi kørmum hetta síðsta árið, og gleðast um teirra fyrimyndarliga ynski um at vísa burðardygt og menniskjaligt atlit. Fyritøkan er eitt gott dømi um, hvussu vinnan kann vera ein viðspælari í arbeiðsfremjandi tiltøkum, har fólk sleppa at vera virkin og venja síni arbeiðsevnir, skrivar Dugni.

Uppi á Hjalla – í Tinghúsinum á Hjalla – er opið týsdag til fríggjadag frá klokkan 12 til 16.