Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hita- og streymmátarar settir út í góðveðrinum í gjár

Í góðveðrinum í gjár hava starvsfólk á Fiskaaling sett hita- og streymmátarar út í Tangafirði og Kaldbaksfirði

Útsetingin er liður í FjordProcess verkætlanini, har endamálið er at kanna útskiftingina millum firðir og opið hav, og hvussu tað ávirkar føðigrundarlagið hjá smáfiski á firðum.

Tann eini streymmátarin í Tangafirði er nú settur út á sama stað fyri triðju ferð. Hetta gevur okkum eina hálvtannað ára langa tíðarrøð av dátum, ið kunnu nýtast at eftirkanna og betra um úrslit frá FarCoast, havmyndilinum hjá Fiskaaling.

Komandi vikurnar fara næmingar frá Aarhus Universitet at gera dagligar kanningar á Kaldbaksfirði av hita, salti, føðsluevnum og gróðri. Tað er í tí sambandi, at Fiskaaling hevur sett hita- og streymmátarar út fyri at økja um dátugrundarlagið.

FjordProcess er eitt samstarv millum Havstovuna, Aarhus Universitet og Fiskaaling.
Verkætlanin er fíggjað av skránni fyri havgransking í Norðuratlantshavi, sum Granskingarráðið umsitur.

Les meira:

FjordProcess

FarCoast

Kelda: Fiskaaling