Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skeyt við luftbyrsu

Tann 13. juni 1998 fekk Diego Maradona ein treytaðan dóm á tvey ár og tíggju mánaðir fyri at skjóta eftir fýra fólkum við einari luftbyrsu.

Tann 13. juni 1998 fekk Diego Maradona ein treytaðan dóm á tvey ár og tíggju mánaðir fyri at skjóta eftir fýra fólkum við einari luftbyrsu. Tað er ongin loyna, at argentinski Diego Armando Maradona, sum verður roknaður millum heimsins bestu fótbóltsleikarar nakrantíð, var fongdur við rúsevnismisnýtslu, meðan hann spældi og viðhvørt gekk tað galið.

Hendingin fór fram fleiri enn fýra ár frammanundan í februar 1994. Tá ein bólkur av tíðindamonnum og myndamonnum savnaðust uttan fyri portrið í bústaðnum hjá Maradona í Buenos Aires, kom hann til sjóndar við tveimum øðrum monnum aftan fyri ein bil og byrjaði at skjóta við luftbyrsu inn í mannamúgvuna. Fýra fólk fingu skaða og bløddu av løstunum.

Undir rættarmálinum noktaði Maradona seg sekan í at vera skotmaður, men hansara uppáhald var ikki sannførandi, tí myndaupptøkur vístu, at hann skeyt húkandi aftan fyri ein bil. Upprunaligi dómurin varð seinni niðursettur til tvey ár, tó framvegis treytaður, so hann ikki sat nakra fongsulsrevsing.