Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

31 nýggir sjúkrarøktarfrøðingar

Nú er endaspurtur á universitetsútbúgvingunum hjá mongum á Setrinum, og arbeiðsmarknaðurin kann gleða seg til aftur at fáa feska og vælútbúna arbeiðsmegi

Próvtøkudámur hevur verið og er um alt Setrið hesa tíðina, og stór gleði merkist á teimum, sum nú kunnu siga, at hægri lesturin er lokin.

Soleiðis er eisini á Deildini fyri heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, har 31 hava verið til endaliga próvtøku og fáa prógv sum B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði. Afturat tí hava átta tikið masterprógv í heilsuvísindum.

Nógvar sera áhugaverdar ritgerðir eru skrivaðar í sambandi við endaligu próvtøkurnar, og almeningurin kann eisini sleppa at skoða úrslitini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Tí tann 21. juni frá klokkan 14 – 16 verður postarasýning í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, har nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir leggja síni úrslit fram. 

Útbúgvingin sum BSc í sjúkrarøktarfrøði gevur førleika til at útinna, menna, leiða og eisini at miðla sjúkrarøkt. Framsýningin er tískil eitt høvi at miðla nýggjastu vitan í sjúkrarøktarfrøði í Føroyum. Hetta er umráðandi liður í menningini av heilsu- og sjúkrarøktarøkinum í okkara samfelag.

Tann 23. juni verður so tann stóra prógvhandanin í Norðurlandahúsinum, tá vit fagna øllum teimum, sum hava fingið Setursprógv seinasta árið.

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya/setur.fo