Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hey! setir ferð á føroyskt

Hey! eitur nýggja bókarøðin, ið tvinnar saman mál, mentan og samfelag. Birgit Arge og Lydia Didriksen hava skrivað bókarøðina. Og tað er Nám, ið hevur givið bókarøðina út

Hey! eita tey fýra heftini, sum higartil eru komin. Trý onnur eru í umbúna, og tey skulu ætlandi vera tíggju tilsamans, tá ið røðin er fullfíggjað einaferð í heyst.

Talan er um samrøðugrundað tilfar. Tað merkir, at tilfarið leggur upp til og dent á samrøðu um evnini í bókunum. Endamálið er at læra tilflytarar at lesa og samskifta á føroyskum, tí tað er hvør sítt.

– Fleiri tilflytarar siga, at tað er lætt at lesa føroyskt, men næstan ógjørligt at samskifta og skilja tað, sum sagt verður, tí alt rennur saman, og trupult er at hoyra mun á sjálvljóði og hjáljóði, sigur Lydia Didriksen, lærari, sum er annar av høvundunum, sum gera nýggju røðina.

Hin høvundurin er Birgit Arge. Tær hava báðar nógv ár á baki sum lærarar og hava millum annað undirvíst í føroyskum og skrivað og givið út.

Men føroyskt sum annaðmál er nýggjari og ein grundleggjandi øðrvísi lærugrein og avbjóðing, halda tær. Serliga, tá ið bøkur skulu skrivast við tí vaksna tilflytaranum í huga.

– Kynstrið er at skriva so lætt sum møguligt og tó ikki at tosa niður til lesaran, sigur Birgit Arge.

Hon vísir á, at talan ofta er um fólk, sum frammanundan hava eina styttri útbúgving og tí grundleggjandi førleikar at lesa, fata og skilja orð og týdningar.

Kortini eru avbjóðingarnar mangan stórar hjá tilflytarum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, men sum annaðmál, vísir Lydia Didriksen á.

– Tey kenna so dánt umstøðurnar, duga ikki málið og skulu bróta upp úr nýggjum, bæði málsliga og mentanarliga, sigur hon.

Les eisini...  Tveir útróðrarbátar sleipaðir til lands

Og júst tí hava høvundarnir eisini lagt stóran dent á og orku í, at bøkurnar ella heftini í røðini skulu hava tvinni endamál. Annað er at hjúkla um tað málsliga, so tað skal verða so lætt hjá tilflytarum sum gjørligt at lesa og læra og samskifta á føroyskum. Hitt er umvegis stuttu søgurnar og søgugongdina at lýsa Føroyar sum samfelag og mentanina í landinum.

– Endamálið er at vera ein vitanar- og mentanarberi. Vit vilja, at tilflytarar skulu læra føroyskt sum annaðmál bæði væl og virðiliga, men eisini at gera føroysku mentanina atkomiliga fyri tey, ið koma higar, so tey kunnu taka lut í samfelagnum á jøvnum føti, sigur Lydia Didriksen.

Birgit Arge og Lydia Didriksen eru á einum máli um, at tað hevur sera stóran týdning, at nýtt og væl skipað undirvísingartilfar verður gjørt, sum er stílað og ætlað tilflytarar, ið hava føroyskt sum annaðmál.

– Tað átti at komið nógv meira av slíkum tilfari út og helst alla tíðina. Men tað tekur drúgva tíð at skriva og framleiða slíkt tilfar, sigur Birgit Arge.

Jákup Bogi Joensen hevur skrivað samrøðuna, sum stendur í Skúlablað nr 3, 2023. Les alla samrøðuna í blaðnum.