Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flytingargluggin í Bretlandi er nú opin

Her eru nakrir leikarar at halda eyga við

Flytingarvindeygað er nú opið og letur aftur kl. 23.00 tann 1. Septembur í Onglandi og á midnátt sama dag í Skotlandi. Her eru nøkur nøvn, sum møguliga flyta.

Pierre-Emerick Aubameyang

Við bert einum Premier League máli og 3 málum í øllum kappingunum í farna kappingarári, so má sigast at Aubameyang ikki hevur klárað seg væl í Chelsea. Hann hevur fingið at vita at hann ikki er partur av komandi hópi og sigst at Barcelona møguliga ynskir hann aftur í felagið. Tó eru tað 4 lið í Saudi Arabia, sum hava sýnt honum áhuga og boðini úr Saudi Arabia eru so stór at tað er ringt at takka nei til.

Harvey Barnes

Vongurin hjá júst niðurflutta Leicester, og er ein tann týdningarmiklasti leikarin í felagnum, hevur fingið sera góð skotsmál frá fleiri av teimum ovastu Premier League feløgunum. Sum høgri vongur fær hann nokk fleiri tilboð.

Moises Caicedo

Stýrandi miðvallarin úr Brighton er ein tann mest eftirspurdi leikarin í flytingarvindeyganum. Arsenal, Chelsea og Man Utd eru øll áhugaði í miðvallarleikaranum úr Ekvador. Nú Alexis Mac Alliseter fór úr Brighton til Liverpool kann roknast við at Caicedo eisini verður seldur.

Joao Cancelo

Verjuleikarin, sum var lántur til Bayern München frá Man City, fekk ikki tað burturúr, sum ynskt var og er aftur ávegis til City har hann hevur fingið at vita at hann ikki er við í hópinum og ætlanunum fyri komandi kappingarár. Arsenal eru áhugaðir í honum, so eitt skifti frá Etihad til Emirates stadion er ein møguleiki.

Philippe Coutinho

Tann 3. Dýrasti leikarin í fótbóltssøguni er bert ein skuggi av tí, sum hann var, tá Barcelona keypti hann úr Liverpool í 2018 fyri eina risa stóra upphædd. Yrkisleiðin hjá honum tykist verða á einum vegamóti.

Alphonso Davies

Sky Sport News segði frá í Mai mánaða at vinstri bakkurin hjá Bayern München var ein av 3 leikarum, sum Real Madrid vóru áhugaðir í saman við Bellingham, sum longu er seldur til Real Madrid, og síðani Kylian Mbappé. Tað verður áhugavert at síggja hvussu leikur fer fram her. Davies hevur tó sagt at hann ynskir at halda áfram í Bayern.

Les eisini...  Beinleiðis frásagnir á FM1 í kvøld: Víkingur-Gent (klokkan 19) og HB-Hajduk Split (klokkan 20)

David De Gea

Sáttmálin hjá De Gea gongur út 30. Juni í ár. United hava møguleikan at leingja sáttmálan við einum ella enntá fleiri árum við hann, men nú felagið eisini er áhugað at fáa David Raya frá Brentford, so kann tað koma fyri at De Gea flytir til annað felag.

Moussa Diaby

Fýra góð kappingarár í Bayer Leverkusen í týsku Bundesliguni hevur fingið onnur feløg í Europa at halda eygu við honum. Fleiri lið úr Premier League hava í fleiri av flytingarvindeygunum, havt áhuga í 23 ára gamla Diaby og her kunnu nevnast m.a. Arsenal og Newcastel. Hvør kann so bjóða honum eitt Champions League leikár?

Roberto Firmino

Brasilianski áleyparin er liðugur í Liverpool, nú sáttmálin gongur út í næsta mánaða – men hvar fer Firmino? Real Madrid hevur havt stóran áhuga í honum, men teir hava eisini havt eyguni eftir Mbappé og Kane, so møguliga spyrst einki burturúr tí.

Ilkay Gundogan

Sera týdningarmikil hevur hann verið í Manchester City og sjálvt um City vann meistaraheitið, FA-Cup og Champions League, so er Gundogan í sáttmálaloysi. Samráðingar eru um at leingja sáttmálan, men Arsenal og Barcelona eru áhugaðir í honum.

Harry Kane

Sjálvt um Kane skoraði 30 premierl League mál í kappingarárinum, gekk ikki so væl hjá Tottenham og tí er framtíðin hjá honum aftur á breddanum. Man Utd, Real Madrid og Bayern eru øll áhugaði í áleyparanum. At fara til United verður nokk av ongum, tí Tottenham ynskir ikki at selja hann – og so slett ikki til annað Premier League felag.

N’Golo Kante

Miðvallarin hjá Chelsea stendur eisini uttan sáttmála í summar og hevur fingið eitt risa boð úr Saudi Arabia, har Al Ittihad eru sera nær við at skriva undir við hann. 32 ára gamli franski leikarin verður so liðleikari hjá Karim Benzema hjá meistarunum úr Saudi Arabia.

Les eisini...  Nær kunnu vit útflyta føroysk ross?

Mateo Kovacic

Í 5 kappingarár var Kovacic í vestur London, har leiktíðin í Chelsea nokk er av. Hann hevur áhuga at fara til onnur lond at spæla, men Man City hevur tosað við Kovacic, men enn er einki komið uppá pláss.

Rasmus Hojlund

Manchester United hevur verið í sambandi við sera evnaríka áleyparin úr Atalanta í Italia. Verður danski Højlund at síggja í United í summar?

 

Hugo Lloris

Málverjin hjá Tottenham hevur enn eitt ár eftir av sáttmálanum, men sum skilst, so ynskir hann aðrar avbjóðingar nú árið hjá Tottenham ikki bleiv so gott. Lloris spældi í Nice í Fraklandi, og teir eru millum tey liðini, sum eru áhugaði í honum.

James Maddison

Júst nú er tað Newcastle, sum hevur besta boðið frammanfyri Tottenham, at fáa Maddison úr Leicester. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, men nú Leicester flutti niður, sær út til at hann flytir til annað felag í summar.

Harry Maguire

Er tíðin hjá Maguire komin at enda á Old Trafford? Síðani nýggi venjarin, Erik ten Hag kom til felagið, hevur ikki verið so nógv tíð til spæl hjá Maguire og venjarin hevur sagt at hann, Maguire, má taka eina avgerð hvat hann ætlar. Tottenham hava boðað frá at teir eru áhugaðir í honum.

Sadio Mane

Sambart Sky Germany, so sær út til at Mane fer úr Bayern München aftaná bert eitt kappingarár. Tað hevur ikki gingið væl hjá honum í suður Týsklandi og tekini síggjast eisini í Liverpool, sum bert kláraði 5 plássið í kappingarárinum. Møguliga verður hann aftur at síggja í Premier League, men lat okkum nú síggja.

Les eisini...  ES: Føroyar trygt triðjaland í dátuverndarhøpi

Anthony Martial

Tað sigst at franski áleyparin Martial møguliga er millum teir leikarar, sum Ten Hag er villigur at lata frá sær. 27 ára gamli Martial hevði eitt trupult ár í United við skaðum og tað gjørdist so bert til 17 byrjunaruppstillingar í øllum kappingum.

Joel Matip

Eitt ár eftir av sáttmálanum hevur Matip og nú Klopp sær út til at velja Konate og van Dijk framum Konate, so er tað møguliga ein avgerð Matip má taka um hann skal fáa leiktíð. Framtíðin hjá Matip fer at síggjast í innkepinum hjá Liverpool.

Mason Mount

Mount er útbúgvin á Chelsea Academy og var hildið at hansara tíð í the Blues fór at verða long, men trupulleikar eru í samráðingunum millum partarnar og nú gongur framá hjá United við samráðingunum og væntandi kemur eitt boð skjótt.

Neymar

Eitt sindur umvent, so hava umboð fyri Neymar sett seg í samband við fleiri feløg, millum annað Manchester United, um møguleikan til eina flyting, men sum skilst, so er hetta ikki hægsta raðfesting hjá ten Hag.

Christian Pulisic

Chelsea leikarin úr USA er enn ein leikari, sum hevur fingið boð um at fara úr Chelsea í summar. Her vænta miðlar at hann flytir til Juventus í Italia. Chelsea hevur so risa stórar lønarútreiðslur og Pulisic er ein av teimum, sum fær høga løn. Hann byrjaði inni í bert 8 dystum seinasta Premier League kappingarár.

Wilfried Zaha

So er sáttmálin hjá Zaha liðugur í Crystal Palace og lið, sum PSG og so sjálvandi lið í Saudi Arabia, eru áhugaði í honum. Mann hann fara úr Palace?

Hakim Ziyech

Aftur ein leikari, sum Chelsea vil av við. Ziyech var um reppið at flyta til PSG í Paris í januar, men tað bleiv so av ongum. Nú hevur Ajax í Hollandi sett eyguni á hann.