Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hasfjord hevur tænt fyri seg

Strandferðslan boðar frá, at Hasfjord verður nú endaliga tikin úr sigling

Eftir at støðan við Hasfjord er blivin eftirmett, og krevjandi klassakrøv, ið skulu vera uppfylt hálvan juni, eru blivin sett, hevur landsstýrismaðurin, í samráð við Strandferðsluna, gjørt av at leggja Hasfjord í seinnu hálvu av juni mánaða.

Tað skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.

Samskift hevur verið við ymsar viðkomandi partar í Sandoynni um støðuna, og ynskið er frá millum øðrum vinnulívi í oynni at sigla tveir eykatúrar gerandisdagar.

Strandferðslan arbeiðir tí í løtuni við at gera neyðugar tillagingar í ferðaætlanini, fyri at kunna nøkta flutningstørvin á Sandoyar- og Hestleiðunum, eftir at Hasfjord verður tikin úr sigling, sigur Strandferðslan.

Væntandi tekur Erla Kongsdóttir sær av pørtum av siglingini út í Hest komandi tíðina. Hon siglir annars í løtuni sum eykaskip á Nólsoyarleiðini og fer seinni í summar at avloysa á Kalsoyleiðini, tá ið Sam skal á beding.

Samskift verður í løtuni við Landsverk og Tórshavnar kommunu um at fáa rampurnar í Hesti og á Gomlurætt klárar til, at Erla Kongsdóttir kann flyta akfør um Hestfjørð.

– Farið verður nú undir samráðingar við áhugaðar upphøggarar um at keypa Hasfjord, skrivar Strandferðslan.