Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljóðbrot: – Galdandi fosturtøkulóg er um at fara um pensiónsaldur

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur fingið grønt ljós frá samgonguleiðarunum at fara í holt við at dagføra fosturstøkulógina. Tað er ikki greitt, hvussu leingi hetta arbeiðið fer at taka, men tað er greitt, at lógin er ótíðarhóskandi, sigur landsstýrismaðurin

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fer nú undir arbeiðið at dagføra føroysku fosturtøkulógina.

Verandi lóggáva er ov ótíðarhóskandi, og tað lekur millum hvussu lógin sær út, og hvat verður praktisera, heldur landsstýrismaðurin.

– Vit hava ein sterkan illgruna um, at tað er eitt ávíst støði av tilvild og lógloysi, sum valdar í løtuni, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Trýst á pílin niðanfyri fyri at hoyra samrøðuna, sum FM1 hevði við landsstýrismannin á middegi.