Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Odmar: – Vit mugu byrja væl

Tað fyrsta korterið verður avgerandi fyri, hvat fyri dyst vit fáa ímóti Kekkia. Sterki miðverjin vísir á, at Kekkia ofta byrjar sínar dystir ágangandi, so føroyska liðið má standa væl ímóti fyrstu løtuna

Sterki miðverjin Odmar Færø sigur, at tað fyrsta korterið verður avgerandi fyri, hvat fyri dyst vit fáa ímóti Kekkia.

Odmar vísir á, at Kekkia ofta byrjar sínar dystir ágangandi, so føroysku spælararnir mugu standa væl ímóti fyrstu løtuna, sigur hann.

Hoyr Odmar taka eitt sindur saman um hesa vikuna, og hvussu landsliðið hevur arbeitt fram ímóti dystinum móti Kekkia í annaðkvøld, ið byrjar klokkan 19.45: