Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Millumrokningin við kekkar hongur við

Tað var lítið bit í føroyska liðnum í kvøld, sum ongan veruligan málmøguleika skapti í øllum dystinum. Endaliga støðan gjørdist 3-0 til Kekkia, og sigurin var væl og virðiliga uppiborin

Millumrokningin við kekkar, sum vit mangla at avrokna fyri dystin tann 6. september í 1998, tá kekkar snýttu okkum í mjørkanum á Svangaskarði, tá teir brutu óskrivaðu Fair Play-regluna, stendur við.

Tað kunnu vit staðfesta eftir dystin móti Kekkia í kvøld, ið gestirnar uppiborið vunnu 3-0.

Undan dystinum segði Odmar Færø, at fyrsta korterið fór at vera týdningarmikið, hvussu dysturin fór at forma seg, og tað sást eisini beinaveg á kekkum, at teir ætlaðu sær at seta seg á dystin frá fyrsta bríksli. Eitt øgiligt trýst varð lagt á føroyska liðið, og longu eftir fimm minuttir kom fyrsti veruligi málmøguleikin, tá ein kekki kom at standa væl fyri í føroyska brotsteiginum, men skallarin fór beint við síðuna av.

Fyrsta korterið var nærum farið, tá stóra kekkiska trýstið gav úrslit. Kekkar høvdu horna í vinstra borði, sum teir tóku stutt. Leverkusen-spælarin, Adam Hlozek, leggur bóltin innfyri, sum via eitt føroyskt høvd, endar við handaru stong, har miðverjin Ladislav Krejci rættiliga ótarnaður kann høvda bóltin í føroyska málið til 1-0 til kekkar.

Eftir hetta minkaði trýstið nakað, men tað vóru enn kekkar, ið stýrdu dystinum væl og virðiliga.

Ein 1-0 leiðsla til kekkar var til at liva við, men beint fyri steðgin fær Kekkia aftur mál, tá Vaclav Cerny fær bóltin eitt sindur uttanfyri føroyska brotsteigin til høgru. Hann dregur inn, leggur bóltin væl til sítt góða vinstrabein og knallar bóltin í føroyska málið.

2-0 til Kekkia í hálvleikinum.

Seinni hálvleikur byrjaði rættiliga óskipað hjá báðum liðum. Nógvar feilsendingar vóru fyrstu løtuna, og tað mundi eisini kostað, tá Jákup B. Andreasen spældi ein kekka frían, men tíbetur fór skotið við síðuna av.

Les eisini...  Eivind og Valdemar vóru teir fyrstu sum frættu um Countryfestivalin

Tá ein tími var leiktur var Kekkia nær við at leggja seg á odda 3-0, tá Alex Král setti høvdið á bóltin eftir gott innlegg úr vinstru, men Teitur bjargaði væl.

Men triðja málið lúrdi, og tá tað restaði eitt korter av dystinum, settu kekkar aftur meira trýst á føroyska liðið, og tá tað ikki eydnast at rudda bóltin burtur ordiliga – ella spæla seg úr trupulleikum – so koma vit undir størri trýst. Einar tvær-tríggjar ferðirnar royndi føroyska liðið at rudda burtur, men hvørja ferð var tað beint út til ein kekkiskan spælara, og tá Vaclav Cerny – við sínum góða vinstrabeinið – fær bóltin, so skal hann ikki hava nógv pláss, so revsar hann teg beinavegin. Hann leggur bóltin væl til rættis, og so var aftur mál, 3-0 til Kekkia.

2-0 og 3-0 málini líktust nógv hvørjum øðrum.

Endaliga støðan gjørdist sostatt 3-0 til Kekkia, og sigurin var væl og virðiliga uppiborin. Kekkar kundu havt fingið nøkur mál afturat, meðan lítið riggaði hjá føroyska liðnum í kvøld, sum ongan veruligan málmøguleika skapti í øllum dystinum – og tað enntá á heimavølli.

Null skot á mál, ja, faktiskt einki skot móti kekkiska málinum, siga hagtølini frá dystinum. Tað eiga vit at gera betur til dystin móti Albania týskvøldið.

Føroyar (5-4-1):

Teitur Gestsson – Gilli Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen, liðskipari – Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen, Jákup Andreasen og Sølvi Vatnhamar – Petur Knudsen.

Á bonkinum: Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Hanus Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Andrass Johansen, Magnus Egilsson, Stefan Radosavljevic, Klæmint Olsen, Hannes Agnarsson og Jóan Símun Edmundsson.