Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Julian: Fyrri hálvleikur móti Spania er tað besta nakað føroyskt landslið nakrantíð hevur spælt

Hoyr telefonsamrøðuna Heri Simonsen gjørdi við annan av føroysku U21-landsliðsvenjarunum, Julian J. Johansen aftaná ótrúliga 34-31 (21-10) sigurin á Spania, ið eru verandi evropameistarar. Julian heldur, at fyrri hálvleikur sum Føroyar vinna 21-10 er tað besta nakað føroyskt landslið nakrantíð hevur spælt. Julian heldur fyri, at fyrri hálvleikur prógvar, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er heimsins besti leikari í sjey móti seks spælinum. Avrikið í fyrru helvt av seinna hálvleiki hjá føroyska liðnum var góðkent, men tað bleiv brent ov illa seinastu løtuna. Julian staðfestir, at nú bíða tveir torførir dystir. Fyrst móti Brasil í Hannover, sunnudagin klokkan 17 og móti Portugal dagin eftir. Men dystirnir vera eisini torførir fyri Brasil og Portugal.