Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjónband: Soleiðis virkar hosufóðring av kloakkum

Tórshavnar kommuna skal nú hosufóðra uppaftur fleiri kloakkir. Men hvussu virkar hosufóðring?

Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi fyrradagin at fara undir at hosufóðra uppaftur fleiri kloakkir í Havn.

Tað er kostnaðarmikið og órógvand at grava vegir upp fyri at leggja nýggjar kloakkir, og ístaðin kunnu kloakkirnar bjálvast innanífrá við einari plastikkslangu – einari hosu.

Hosufóðring virkar á tann hátt, at kloakkin verður spulað og reinsa, áðrenn eitt kamera verður sent gjøgnum kloakkina fyri at síggja, hvørjum standi kloakkin er í.

Tá klárt er bjálva kloakkina, verður ein plastikkhosa sett í annan endan, sum síðani verður blást upp og kroyst gjøgnum kloakkina við trykkluft.

Hosan leggur seg sum ein nýggj kloakk í gomlu kloakkrørunum, soleiðis at kloakkin virkar sum ætlað, hóast gomlu kloakkrørini eru brotin.

Á sjónbandinum niðanfyri sæst, hvussu hosurnar verða blástur upp í kloakkunum.