Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andrias Eriksen leingir sáttmálan við B36

B36 hevur longt sáttmálan við Andrias H. Eriksen til og við kappingarárið 2025.

B36 skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga: “Andrias H. Eriksen 2024 & 2025. Okkara trúfasti liðskipari tekur tvey ár afturat. Hann hevur aldrin spælt við øðrum føroyskum felagi, og tað ætlar hann sær eiheldur. Hann er okkara. Vit vóna at síggja fleiri gera av hesum. Einaferð B36 – Altíð B36”

Andrias Høgnason Eriksen hevur tilsamans leikt 246 dystir fyri árstalsfelagið og skorað 3 mál. Hann fekk sín fyrsta dyst tann 11. apríl 2014 ímóti HB.

Í vikuskiftinum fekk hann nakrar fáar minuttir í beinini ímóti EB/Streymi, aftaná hava sitið uttanfyri í meira enn ein mánaða.