Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrstilærari í Hósvíkar skúla og einalærari í Haraldssunds skúla settir

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur í síðstu viku sett tvey tíðaravmarkað leiðslustørv í fólkaskúlanum. Talan er um ávikavist fyrstalærara í Hósvíkar skúla og einalærara í Haraldssunds skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur í síðstu viku sett tvey tíðaravmarkað leiðslustørv í fólkaskúlanum. Talan er um ávikavist fyrstalærara í Hósvíkar skúla og einalærara í Haraldssunds skúla.

Í Hósvíkar skúla er Natalia R. Lydersen sett fyri komandi skúlaár. Hon er 33 ára gomul og tók læraraprógv á UCN í Aalborg í 2016, umframt at hava tikið onnur viðkomandi skeið. Natalia R. Lydersen hevur starvast sum lærari eftir loknan lestur, og hetta síðsta hálva árið hevur hon starvast sum lærari í parttíðar starvi í Hósvíkar skúla.

Í Haraldssunds skúla er Hansa M. Glerfoss sett fyri komandi tvey skúlaárini. Hansa M. Glerfoss er 48 ára gomul og tók læraraprógv í 2013, umframt m.a. at hava lokið námsfrøðiliga leiðsluútbúgving. Hon hevur síðstu tvey árini starvast sum einalærari í Oyndarfjarðar skúla.

Báðar byrja tær í starvinum tann 1. august 2023.

Hansa M. Glerfoss er sett sum einalærari í Haraldssunds skúla

Kelda: Barna- og útbúgvingarmálaráðið