Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spældu ov harðan tónleik

Nógvar pisuveitslur eru í hesum døgum, og í nátt fingu nøkur ung fólk boð um at skrúva niður

Í hesum døgum eru nógvar húgvur at síggja í landslagnum, nú glaðir studentar og ungdómar feira, at eitt tíðarskeið er endað.

Nógvar pisuveitslur – ella húgvuveitslur, sum alsamt fleiri nevna tað – eru á skránni í hesum døgum, og tað hoyrist aftur – kanska í so væl, halda summi.

Í gjár og nátt vóru nakrar pisuveitslur, og í høvuðsstaðnum hildu nakrir nábúgvar, at nú var tað kanska í so nógv av tí góða, tí harður tónleikur varð enn spældur eftir midnátt í einum húsi í Havn.

Løgreglan fór á staðið at biðja ungdómin um at sløkkja ella skrúva niður fyri tónleikinum, og tað gjørdu hesi ungu so.

Fólk á Argjum høvdu eisini ampa av óljóði vegna vegarbeiði seint í gjárkvøldið og í nátt, tá ein fresari tók asfaltið av vegnum við rundkoyringina, ið bindir J.C Svabos gøtu, Velbastaðvegin og Doktor Dahls gøtu saman, men heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu hevur boðað frá hesum, so fólk á Argjum og vestara parti av vesturbýnum í Havn mugu brynja seg við toli, tí fresing av vegi verður eisini á skránni her í kvøld og í nátt frá klokkan 18 til 06 í morgin árini.

Til ber at fylgja við veg- og grevstrararbeiði í gerð í Havn her.