Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hetta søgdu Aleksandur, André og Jákup hjá B68 og Rógvi og Sigfríður hjá EB/Streymi um 1. hálvfinaluna

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Hans Paula Samuelsen siga frá teimum trimum málunum B68 skoraði í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið í Hólmanum á Eiði. B68 hevur sostatt eina 3-0 leiðslu til seinnu hálvfinaluna á Svangaskarði 27. september. Hoyr eisini Hans Paula taka stutt samanum dystin. Hans Pauli væntar ikki, at EB/Streymur kann venda 0-3 á útivølli. Teir skora ov fá mál til tað.

Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við liðskiparan hjá B68, Aleksandur Ó. Jensen og venjararnar hjá B68, André Olsen og Jákup á Borg. Teir fegnast um 3-0 sigurin, serliga í mun til, at B68 fyri stuttum tapti 0-2 fyri EB/Streymi á sama vølli. Men teir undirstrika, at einki er avgjørt enn.

Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við Rógva Egilstoft og Sigfríð Skaale Clementsen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi. Teir viðganga, at tað verður torført hjá EB/Streymi at venda tí, men teir ætla sær at fara eftir møguleikanum.

Rúni á Reynatrøð tók myndina av Aleksandur Ó. Jensen.