Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hotel Brandan fingið serligan heiður

Gistingarhúsið Hotel Brandan hevur fingið heiður sum “Travelers´ Choice 2023”

– Okkara starvsfólk gera hvønn dag sítt ítarsta, fyri at veita gestunum bestu tænastuna. Hetta hevur viðført, at vit hava fingið “Tripadvisors Travelers´ Choice Award 2023”, sum er ein heilt serligur heiður frá Tripadvisor, skrivar Hotel Brandan á sínum Facebook-vanga.

Travelers´ Choice er ein tignarligur heiður, ið viðurkenda ferðaheimasíðan Tripadvisor gevur við støðið úr metingum frá hotellgestum og ráðstevnuluttakarum kring heimin.

Tripadvisor sigur soleiðis um virðislønina:

“Tripadvisor gives a Travelers´ Choice award to accommodations, attractions and restaurants that consistently earn great reviews from travelers and are ranked within the top 10% of properties on Tripadvisor”.

– Vit fara sjálvandi framyvir at veita øllum okkara gestum somu góðu tænastu, og takka samstundis Tripadvisor fyri heiðurin, skrivar Hotel Brandan á Facebook.