Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Svenning av Lofti útnevndur heiðurskonsul Ísraels

David Akov, sendiharri í Keypmannahavn, tilnevndi í dag Svenning av Lofti til heiðurskonsul Ísraels í Føroyum

Í dag varð Svenning av Lofti útnevndur til heiðurskonsul Ísraels í Føroyum.

Í hesum sambandi var hátíðarløta á ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn, har ísraelski sendiharrin í Danmark, David Akov, gav Svenningi av Lofti heiðurin.

Sendiharrin ynskti Svenning av Lofti til lukku við tilnevningini, við ynskjum um framhaldandi gott samstarv millum londini bæði.

Svenning av Lofti hevur halgað ein part av tíð síni at menna sambandið millum Føroyar og Ísrael. Í meiri enn 45 ár hevur hann tosað og kunnað um Ísrael.

Svenning á Lofti hevur skipað fyri ferðum og verið ferðaleiðari hjá føroyingum á ísraelsferðum síðani 1977 og hevur ferðast hagar umleið fimti ferðir.

Svenning á Lofti var við til at stovna Vinafelagið Føroyar Ísrael, har hann í fleiri ár var nevndarlimur og formaður.

Í mai 2007 varð Svenning av Lofti heiðraður av ísraelska Ferðamálaráðnum, fyri tá at hava ferðast við føroyingum til Ísraels í 30 ár.

Dagurin í dag er ikki bara søguligur fyri Føroyar, men eisini søguligur fyri ísraelsku sendistovuna tí hetta er fyrstu ferð, at ísraelska sendistovan útnevnir ein heiðurskonsul.