Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Færri barnahúsmál í fjør enn í 2021

Samanborið við árið fyri sæst, at barnahúsmálini vóru væl færri í 2022 enn í 2021. Úr 33 málum í 2021 niður í 20 mál í fjør. Í miðal hevur tað verið 29 mál hvørt ár tey seinastu átta árini

Í nýggju ársfrágreiðingini hjá Barnahúsinum sæst, at tað í miðal hava verið 29 mál um árið seinastu átta árini í Barnahúsinum.

Samanborið við árið fyri eru barnahúsmálini væl færri í 2022. Úr 33 í 2021 til niður í 20 mál í fjør. Somuleiðis er talið av endaðum málum minkað – úr 29 málum í 2021 niður til 19 mál í 2022.

At talið av endaðum málum er so høgt sammett við samlaða talið av málum, vísir, at málini í allarflestu førum verða lokað innan nakrar mánaðir. At málini skjótt verða liðugt avgreidd, er í samsvari við endamálið hjá pørtunum handan Barnahúsið, skrivar Barnaverndarstova Føroya í ársfrágreiðingini fyri 2022.

Í 2022 var neyðtøka av børnum, ið eru yngri enn 15 ár, tað slagið av kynsligum ágangi, sum oftast var kannaður nærri í Barnahúsinum. Í einum av hesum málunum var talan um 17-ára gamla gentu, ið var neyðtikin. Harnæst vóru fýra mál við ávikavist øðrum kynsligum sambandi enn neyðtøku og blygdanarskemd.

Tað er ein yvirvág av gentum í Barnahúsinum. Yvirvág av gentum er í samsvari við tølini tilsamans seinastu sjey árini. Í 2022 var talan um lutfalsliga javna spjaðing í aldrinum á teimum børnum, hvørs mál vórðu kannað í Barnahúsinum.

Eisini í 2022 var tað í mestan mun mannfólk, sum framdu harðskap ella annan ágang móti børnum. Størsti einstaki aldursbólkurin av teimum, ið eru undir illgruna fyri harðskap ella annan ágang móti børnum, er bólkurin millum 15 og 18 ár.

Barnahúsið hevur verið virkið síðan 1. januar 2014. Hildið verður til í leigaðum hølum í Havn, sum eru serliga innrættað til endamálið. Fyri nøkrum mánaðum síðan fekk Barnahúsið uppsøgn upp á leigumálið, stendur at lesa í ársfrágreiðingini. Arbeitt verður við at finna nýggj hóskandi høli, og vónandi fer hetta at eydnast í 2023, skrivar Barnaverndarstova Føroya í frágreiðingini.

Les eisini...  Video: Soleiðis kann barnaverndin hjálpa

Málbólkurin hjá Barnahúsinum er børn og ung, sum eru til og við 17 ár og familjur teirra.

Ársfrágreiðingin fyri 2022 kann lesast her.

Kelda: Barnaverndarstova Føroya