Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjórin á Posta sagt upp

Stjórin á Posta, Joel undir Leitinum, hevur sagt seg úr starvi

Posta skal hava ein nýggjan stjóra.

Eftir at hava verið stjóri á Posta í umleið 12 ár, so hevur Joel undir Leitinum nú sagt seg úr starvi.

Tað skrivar dimma.fo.

Nýggjur fyribils stjóri er Jógvan Joensen, sum hevur verið fíggjarleiðari á Posta síðani 1. februar.

Joen Magnus Rasmussen, nevdarformaður, sigur við dimma.fo, at hann hevur fingið uppsøgnina og at í henni stendur, at Joel undir Leitinum hevur fingið aðrar avbjóðingar, sum hann hevur valt at taka av.

Standa á odda fyri stórari byggiverkætlan
Fyrr í hesum mánaðinum kom fram, at Joel undir Leitinum skal standa á odda fyri stóru byggiverkætlanin í Leitinum í Saltangará.

Tað veit føroyska Frihedsbrevet at siga.

Joel undir Leitinum er settur sum nevndarformaður í smápartafelagnum Í Leitinum, sum stendur fyri 450 milliónir krónur dýru byggiverkætlanini, í Leitinum í Saltangará.