Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljóðbrot: Sleppast skal av við oljufýr við lóg

Vit eru ov langt frá teimum veðurlagsmálum, ið vit hava bundið okkum til, og neyðugt verður við at seta forboð fyri oljufýrum yvirhøvur, halda umhvørvisfelagsskapirnir Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag og Veðurlagslóg Nú, sum skjóta upp eina skiftistíð, har verandi oljufýr verða skift út við grønari hitakeldur

Vit í Føroyum eru ov langt frá teimum veðurlagsmálunum, sum vit hava bundið okkum til, og tað er ov lítið bert at seta forboð fyri oljufýrum í nýggjum húsum.

Tað halda báðir umhvørvisfelagsskapirnir Føroya náttúru- og umhvørvisfelag og Veðurlagslóg Nú, sum mæla til, at forboð skal setast fyri at seta til nýggj oljufýr yvirhøvur, og at verandi oljufýr skulu skiftast út við grønari hitakeldur innan eitt ávíst áramál.

-Vit skulu hava nakrar góðar stuðulsskipanir, og vit skulu upplýsa betur um hvørjar møguleikar vit hava, sigur Elsa Berg millum annað.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna, ið FM1 hevði við Elsu Berg á middegi í dag.