Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ljóðbrot: – Tað skal ikki vera ov torført hjá útlendskum arbeiðsfólki at koma til Føroya

Landsstýrismaðurin í lógarmálum ætlar at herða treytirnar fyri, nær útlendsk arbeiðsfólk kunnu fáa familjuna við sær til Føroya. Vit skulu kortini kortini ikki gera tað ov torført hjá útlendingum at koma til Føroya at arbeiða, tí vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi, sigur Vinnuhúsið

-Tað, sum er umráðandi at hugsa um, er at vit í Føroyum hava tørv á at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, og vit hava ikki brúk fyri at gera tað truplari hjá útlendingum at koma til Føroyar at arbeiða.

Tað sigur Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, til uppskotið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum um at herða treytirnar fyri familjusamanføring hjá teimum útlendingum, sum hava arbeiðsloyvi í Føroyum.

Eftir ætlan skal lágmarkið fyri inntøkuni hjá útlendskum arbeiðsfólkum hækkast, áðrenn tey fáa loyvi at fáa maka ella børn við sær til Føroya.

Endamálið við at hækka inntøkulágmarkið er at tryggja, at hesi arbeiðsfólkini eru før fyri at forsyrgja familjuni hjá sær, soleiðis at tey ikki liva í elendigheit í Føoyum.

Vinnuhúsið hevur júst fingið uppskotið til ummælis og hevur tí ikki nærlisið tað, men yvirhøvur vísir Vinnuhúsið á, at vit hava tørv á arbeiðsmegi í Føroyum, og at vit kappast eisini við okkara grannalond um útlendska arbeiðsmegi.

Trýst á pílin niðanfyri fyri at hoyra samrøðuna, ið FM1 hevði við Jórun Gardar í gjár.