Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skal stjórna Globe Tracker

Fráfarandi stjórin í Posta skal frameftir stjórna Globe Tracker

Frá at hava sitið í nevndini í Globe Tracker, fer Joel undir Leitinum nú at stjórna Globe Tracker.

Tað veit Kringvarpið at siga.

Joel undir Leitinum tekur við amerikumannin Rich Meyers, ið hevur verið stjóri í felagnum síðan januar í fjør. Rich fer nú aftur í starvið sum rakstrarstjóri í Globe Tracker.

– Globe Tracker er eitt fantastiskt spennandi felag. Talgilding í flutningsøkinum er í rívandi menning, og Globe Tracker hevur stórar menningarmøguleikar innan hetta øki, tí valdi eg at taka av hesum tilboðið, ið stóð mær í boði, sigur Joel undir Leitinum við Kringvarpið.

Stjóri á Posta í 12 ár
Nú Joel undir Leitinum fer frá sum stjóri í Posta, tekur Jógvan Joensen, fíggjarleiðari, fyribils við sum stjóri á Posta frá 1. juli.

– Tað hevur verið ein hendingarík tíð á Posta. Saman við starvsfólkum og leiðslutoyminum hava vit ment tænastur, tøkni og sum heild flutt felagið til eitt framúr flutningsfelag. Eg eri errin um tað felagið, eg fari frá. Tíðin er búgvin hjá mær at royna nýggjar leiðir, sigur Joel undir Leitinum í tíðindaskrivi frá Posta.

Tað starvast 48 fólk í Globe Tracker, harav 18 í Føroyum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.

Høvuðspartaeigarar eru tryggingarfelagið Lív, Framherji og Norðoya Íløgufelag.