Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ukrainski verjumálaráðharrin: Tit hava ikki sæð stórhendingina í mótálopinum enn

– Hóast fleiri ukrainskir býir og bygdir eru fríað frá russiskum valdi, so er hetta ikki stórhendingin í mótálopinum, sigur ukrainski verjumálaráðharrin

Tær seinastu vikurnar eru alsamt fleiri ukrainskir býir og bygdir fríað frá russiskum valdi, men hetta er bara ein partur av ukrainska mótálopinum.

Tað sigur ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov, við Financial Times. – Tá ið tað hendir, so fara tit øll at síggja tað. Øll fara at síggja alt, sigur hann.

Sambært ukrainska verjumálaráðharranum, so er hernaðarligi tiltaksherurin hjá Ukraina, ið hevur fingið venjing og útgerð frá Nato-londunum, sum enn ikki er blivin brúktur í mótálopinum enn, sigur hann í samrøðu við Financial Times.

Bretska verjumálaráðið sigur, at ukrainska mótálopið hevur higartil gjørt, at Ukraina hevur endurtikið umleið 300 ferkilometrar frá Russlandi. Tað er umleið tað dupulta av, hvat almennar útsagnir úr Ukraina siga.

Hóast hetta, so sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, at ukrainska mótálopið hevur gingið seinni enn væntað, skrivar Financial Times.