Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ákærdur fyri at spula vatn í andlitið á løgreglufólki, fyri hóttanir og fyri djórapínslu

Ein maður er ákærdur fyri at hava hótt starvsfólk á Búnaðarstovuni við at kvetta tey sundur við øks. Maðurin er eisini ákærdur fyri djórapínslu og fyri at hava spulað vatn eftir løgreglufólki, tá tey vóru á gátt í sambandi við vanrøktar hundar

Mánadagin byrjar eitt umfatandi mál móti einum manni, sum er ákærdur fyri fleiri mál um harðskap móti løgreglufólki umframt at seta fram hóttanir móti starvsfólki á Búnaðarstovuni. Harumframt er maðurin eisini ákærdur fyri vanrøkt av fleiri hundum.

Maðurin er ákærdur fyri 18. Januar í 2021 at hava hótt eitt starvsfólk á Bunaðarstovuni, og sambært ákæruritinum hevur maðurin sagt: “Um eg ikki fái skjølini beinanvegin, skal eg koma norður við øks og kvetta teg og øll hini har sundur”, ella líknandi.

Framdi harðskap móti løgregluni

Eisini er maðurin ákærdur fyri 9. September í 2021 at hava framt harðskap móti einum løgreglufólki, meðan løgreglufólkið framdi eina arbeiðsuppgávu á grannaognini. Sambært ákæruritinum spulaði ákærdi vatn í andlitið á løgreglufólkinum, soleiðis at løgreglufólkið ikki hevði arbeiðsfrið at loysa uppgávuna hjá sær, og eftir hetta noktaði ákærdi at eyðmerkja seg fyri løgregluni.

Hesin harðskapurin fór fram á einari ogn, sum maðurin eigur í Havn.

10. Januar í 2022 er aftur áfatt millum ákærda og løgregluna, og hesaferð er maðurin ákærdur fyri at hava framt harðskap móti tveimum løgreglufólkum. Í fyrstu atløgu er maðurin ákærdur fyri at hava skumpað eina løgreglukvinnu, at spula vatn eftir henni, og síðani fyri at hava kastað eitt træpetti upp um eitt hegn, har ákærdi visti, at løgreglukvinnan stóð hinumegin. Sambært ákæruritinum rakti træpettið løgreglukvinnuna í armarnar, í og við at hon var noydd at verja andlitið fyri træpettinum. Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava spulað vatn eftir einum øðrum løgreglufólki í hesum sambandi. 

Hesin tilburðurin gekk fyri seg á somu ogn sum undanfarni tilburður.

Les eisini...  Skótahjálpin savnaði inn 215.000 krónur

Løgreglan kannaði hundavanrøkt

Orsøkin til, at løgreglan var á vitjan á ognini, var, at fráboðanir vóru komnar um vanrøkt av hundum.

Hundarnir hjá hesum manninum, ella viðferðin av hundunum, hevði frammanundan elvt til øsing á sosialum miðlum, tí onkur hevði fingið myndir og sjónbond av hundunum, har teir vassaðu í egnum lorti og ikki fingu nóg góða vernd fyri veðrinum.

FM1 veit at siga, at onkur hjá Djóraverndarfelagnum hevði verið á gátt hjá manninum fyri at fáa eitt prát um hundarnar, men at viðkomandi slapp sær til rýmingar aftur.

Løgreglan hevur eftir øllum at døma tikið hetta málið upp, tí ákærdi maðurin er eisini ákærdur fyri at vanrøkta hundaflokkin, sum taldi um níggju hundar og sum bæði var vaksnir hundar og hvølpar.

Maðurin er ákærdur fyri hava hundarnar í umstøðum, sum gjørdu, at teir ikki fingu vart seg fyri veðrinum, at teir ikki fingu hvílt seg ella rørt seg nóg mikið, umframt at hundarnir vórðu illa plágaðir av ormi.

Sambært ákæruritinum hava hundarnir verið fyri vanrøkt í einum longri tíðarskeiði og í øllum førum fram til 11. Januar í fjør.

Maðurin er eisini ákærdur fyri stutt frammanundan at hava sparkað ein hund í magan.

Ákærin veit ikki enn at siga, hvør pástandurin verður hjá ákæruvaldinum, men av ákæruritinum framgongur, at kravt verður, at maðurin missir rætt at eiga, ansa ella slakta djór, og at fáast við djór í heila tikið.