Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tímalønt fáa ov lítið í sjúkradagpeningi

Tað er ikki nøktandi, at tey, sum eru fevnd av sjúkradagpengaskipanini, í mesta lagi kunnu fáa 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn, tá tey verða sjúk, heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum

Tað er ikki nøktandi, at tey, sum eru fevnd av sjúkradagpengaskipanini, í mesta lagi kunnu fáa 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn, tá tey verða sjúk.

Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, sum hevur hevur svarað einum fyrispurningi frá Súsonnu Bertholdsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, um støðuna hjá teimum tímaløntu í sambandi við sjúkrafráveru.

Súsanna Bertholdsen vildi vita, um gongd er sett á arbeiðið at endurskoða sjúkradagpeniningaskipanina til tímalønt, umframt um hvørt landsstýriskvinnan helt tað vera rímiligt, at arbeiðsfólk ím mesta lagi fáa 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn, tá tey gerast sjúk.

Og Sirið Stenberg ger greitt, at hon heldur ikki upphæddina vera nøktandi, og hon heldur eiheldur, at tað er nøktandi, at tað er so stórur munur á rættindunum í sambandi við sjúku hjá ymiskum pørtum av arbeiðsmarknaðinum.

Í svarinum vísir Sirið Stenberg á, at sambært Starsmannalógini hevur starvsmaður rætt til løn undir sjúku, og at hetta eisini er galdandi fyri summar fakbólkar, ið hava sáttmálatryggjaðan rætt til løn undir sjúku.

Men ein stórur partur av løntakarunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum hevur kortini ikki rætt til løn undir sjúku og er tí ístaðin fevnd av sjúkradagpengalógini.

Sambært lógini um dagpening vegna sjúku, verður dagpeningur veittur fyri fullan lønarmiss, tó í mesta lagi 80 prosent av einari arbeiðsmannaløn.

Sirið Stenberg vísir á, at hóast arbeiðsmarknaðurin hevur flutt seg, er lóggávan ikki ment samsvarandi.

Fleiri broytingar eru gjørdar í dagpeningalógini, men tøvur er framvegis at endurskoða nakrar meginreglur í sjúkradagpeningaskipanini, sigur Sirið Stenberg, sum kortini ger greitt, at hetta arbeiðið er ikki farið í gongd enn.