Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gilli til Vejle

Vejle Boldklub kunnger, at felagið hevur gjørt sáttmála við Gilla Rólantsson

Vejle verður aftur eitt føroyingafelag.

Eftir at Viljormur Davidsen í fleiri ár var knýttur at Vejle, so kunnger felagið í dag, at Gilli Rólantsson hevur gjørt sáttmála við Vejle.

Partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála. – Eg eri ótrúliga errin og takksamur fyri møguleikan at koma til Vejle Boldklub. Hetta er eitt felag við ríkari søgu og ein býur, sum brennur fyri fótbóltinum. Eg kann næstan ikki bíða við at koma ígongd við at gera mítt til at menna felagið. Eg eri ein liðsspælari, og eri komin fyri at gera mín part við mínum royndum og eldhuga, sigur Gilli Rólantsson við heimasíðuna hjá felagnum.

Við sínum 64 landsdystum fyri Føroyar, yvir 130 dystir í Noregi og einum kappingarári í donsku Superligaiini, so kemur Gilli við nógvum royndum til Vejle, sum aftur er at finna í bestu donsku deildini. Sáttmálin hjá Gilla er galdandi fram til summar í 2024.

Gilli Rólantsson hevur áður umboðað TB, B36, Odds BK og SK Brann umframt AaB.

Vejle Boldklub skrivar, at Gilli verður longu tøkur til at venja saman við sínum nýggjum liðfeløgum frá í dag av.