Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nógv færri nýggir bilar enn í fjør

Stór minking er í talinum á nýggjum skrásettum akførum á Akstovuni

Talið á nýggjum bilum, sum eru seldir í Føroyum, er nógv niðurfarið fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør.

Fyrra hálvár í ár skrásetti Akstovan 1201 nýggj akfør, meðan hetta talið fyrra hálvár í fjør var 1319.

Tað er ein minking upp á 118 akfør ella góð níggju prosent.

Um hugt verður eftir persónbilum, sæst, at 919 nýggir persónbilar vórðu skrásettir fyrra hálvár, meðan 1006 nýggir persónbilar vórðu skrásettir fyrra hálvár í fjør.

Hetta er ein minking á 87 nýggjar persónbilar ella 8,6 prosent.