Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fields drápsmaðurin dømdur í psykiatriskt varðhald

23 ára gamli maðurin, sum í fjør drap trý fólk í Fields og særdi sjey onnur, varð fyri løtu síðani dømdur í psykiatriskt varðhald

23 ára gamli maðurin, sum í fjør fór at skjóta frá hond í Fields í Keypmannahavn, har hann drap trý fólk og særdi sjey onnur, fekk fyri løtu síðani dóm í býrættinum í Keypmannahavn.

Maðurin varð funnin sekur í øllum ákærunum, og hann varð dømdur til at sita í varðhaldi á stongdari deild í Slagelse.

Maðurin fekk sjálvur orðið áðrenn dómurin varð lisin, og har greiddi hann frá, at síðan hann er farin at taka sterkan antipsykotiskan heilivág, kennir hann ikki seg sjálvan aftur í gerningum sínum, sigur DR.

Bæði verjin og ákærin vóru eisini samdir um, at maðurin var sinnissjúkur í løtuni, tá hann drap tey trý fólkini í Fields, men ósemja var millum partarnar, um hvat skuldi henda við manninum.

Ákærin vildi hava mannin í stongdu deildina í Slagelse, meðan verjin helt, at rættast var at seta mannin í vanliga rætspsykiatriska deild. 

Rætturin helt, at grundarlag er fyri at seta mannin í stongdu deild í Slagelse. Rætturin helt, at álopið og drápini vórðu grundiga løgd til rættis, og at maðurin ætlaði ivaleyst at beina fyri sær sjálvum aftaná.