Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggja oljufelagið eitur Krafta

Fólkini aftan fyri nýggja oljufelagið meta, at tað er pláss fyri fleiri enn tveimum leikarum á oljumarknaðinum í Føroyum. Eisini eru eigararnir sannførdir um, at tað verður øllum samfelagnum til gagns við meiri kapping

So letur nýggja oljufelagið frætta frá sær.

Nýggja oljufelagið hevur fingið navnið Krafta.

Rói Kalsø og Leif Hovgaard eru ávikavist stjóri og sølustjóri í Krafta. Báðir hava teir drúgvar royndir innan oljuvinnuna í Føroyum, har teir hava starvast í Magn-samtakinum í samanlagt 27 ár.

Nevndin er mannað við Árna Ellefsen, formanni, Jóhannu Lava Køtlum og Róa Kalsø sum nevndarlimum.

Eigaraskarin er umframt Róa Kalsø og Leif Hovgaard. Smyril Line, JFK, Framherji og FARCOD.

Krafta hevur ætlanir um at byggja eina oljugoymslu í Føroyum. Arbeitt verður í løtuni at finna ta røttu staðsetingina. Oljugoymslan, ið Krafta fer at lata byggja, verður eitt íkast til tilbúgvingina í Føroyum, havandi á huga, at oljugoymslurnar í Føroyum ikki eru nóg stórar, sambært tilmælinum hjá International
Energy Agency, IEA.

Krafta fer í fyrstu atløgu at leggja seg eftir at veita gassolju til skip í Føroyum og uttanlands.

– Í tíðarskeiðinum fram til, at oljugoymslan stendur klár, fer Krafta eitt nú undir oljumekling og ráðgeving til skip og virkir, skrivar nýggja oljufelagið í tíðindaskrivi.