Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

12 milliónir til starvsfólkaútreiðslur

Havnarfeløgini, HB og B36, sum júst hava fingið eina millión í part frá Tórshavnar kommunu, høvdu í fjør umleið 12 milliónir krónur í starvsfólkaútreiðslum

“Áh, Guð tað er hart at spæla fótbólt”, syngja Black Birds. Men tað er eisini hart fyri pengapungin hjá bæði HB og B36 at reka eitt fótbóltsfelag.

HB hevði í fjør eitt ársúrslit upp á 1,8 millión krónur, meðan B36 hevði eitt ársúrslit upp á 285.000 krónur.

Hjá HB var talan um eitt munandi betri ársúrslit enn árið fyri, tá ársúrslitið “bert” var 329.384 krónur. 2021 var so eisini eitt munandi betri ár fyri felagið enn 2020, tá rokniskapurin vísti eitt hall upp á tvær milliónir krónur.

Hjá B36 var 2022 eisini eitt betri ár enn árið fyri, tá úrslitið var eitt hall upp á heilar 3,1 millión krónur. Árið fyri hevði felagið eitt avlop upp á 2,2 milliónir krónur.

HB brúkti í fjør nakað meira í starvsfólkaútreiðslum enn B36, tí sambært roknskapinum hjá HB, vóru starvsfólkakostnaðir fyri 2022 6,1 millión krónur, meðan hendan útreiðslan hjá B36 var 5,7 milliónir krónur.

Roknskapurin hjá B36 hevur ikki tilskilað, hvørjar starvsfólkaútreiðslur eru til spælarar og hvørjar eru til onnur starvsfólk, men í roknskapinum hjá HB síggja vit, at starvsfólkaútreiðslurnar til spælarar vóru í fjør 2,8 milliónir krónur.

Bæði B36 og HB fingu í gjár játtað eina millión krónur í part frá Tórshavnar kommunu til viðlíkahald av felagsbygningunum hjá feløgunum báðum. Hetta, tí – sambært Tórshavnar kommunu – húsini bæði hava havt trupulleikar við lekum, og so trongja húsini bæði eisini at gera ymsar ábøtur.

Peningurin varð játtaður eftir umbøn frá feløgunum báðum, sum vilja vera við, at fíggjarliga byrðan av, at halda felagshúsini, umframt at endurnýggja hølini, eru ein byrða fyri feløgini, og at hetta gongur út yvir virksemið hjá feløgunum – bæði fíggjarliga og í sambandi við trivnaðin.