Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Myndir: Føroysku íðkarirnir til Oyggjaleikir á Guernsey. Fráferð

Myndirnar tók Stella Zachariassen

So er ferðin byrjað til Oyggaleikir á Guernsey 2023. Flogfarðið við teimum 164 ferðafólkunum, fór úr Vágum beint aftaná kl. 18.00. Fráfaringarhøllin í Vágum var blá klødd við øllum íðkarunum umframt venjarum og liðleiðarum. Lagið var gott og man merkti at spenningur var millum íðkararnar. Nú eru 4 ár síðani seinastu Oyggjaleikir á Gibraltar, so gleðin var stór tá flogfarði fór úr Vágum í dag.

Umborð á flogfarinum vóru eisini umboð fyri ÍSF og innbodnir gestir. John Kjær hevði eina stutta røðu umborð á flogfarinum har hann greiddi frá mannagongdini við lending á Guernsey. Hann ynksti eisini íðkarunum góða eydnu og minti teir á at teir umboða seg sjálvan, sítt felag og tjóðina Føroyar.

Tá lent var fóru øll hvør til sítt gistingarhús ymsastaðni á oynni.

Klokkan er nú farin av 22.00 og vit eru komin uppá pláss.

« of 2 »