Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Átta dagar leikbann fyri rasistiska útsøgn

Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur staðfest longdina av dóminum, eftir at FC Hoyvík hevði kært avgerðina hjá Fótbóltssambandinum at geva einum U21-spælara hjá felagum leikbann í átta dagar fyri rasistiska útsøgn í dysti tann 8. mai í ár

Aga- og etiskanevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur nú staðfest dómin, sum er átta dagar leikbann, ið ein spælari hjá FC Hoyvík fekk, eftir at hesin kom við rasistiskari útsøgn í U21-dysti millum EB/Streym og FC Hoyvík tann 8. mai í ár.

Tað var í endanum av dystinum við Margáir í mai, at ein 19-ára gamal spælari hjá FC Hoyvík rópti, sambært dómarafrágreiðingini: “Filla handan lítla kinesaran niður”.

Fyri hetta fekk FC Hoyvík-spælarin reytt kort.

Umsitingin hjá FSF valdi at geva spælaranum eitt leikbann upp á átta dagar, hóast FIFA Disciplinary Code og Leikarareglugerðin hjá FSF sigur, at revsingin fyri rasistiska útsøgn er tíggju dagar leikbann.

Men av tí, at talan er um ungan spælara, sum tó er myndugur, og sum hevur framt brotið í U21-deildini, so hevur FSF-aðalskrivstovan í síni avgerð niðursett leikbannið til átta dagar, av tí at talan er um U21-spælara.

FC Hoyvík kærdi dómin til Aganevndina, tí felagið vildi vera við, at útsøgnin ikki var orðað soleiðis sum dómarafrágreiðingin segði, men nú hevur so Aga- og etiskanevnd staðfest átta dagar leikbannið.

Niðurstøðan hjá Aga- og etiskunevnd er, at sambært FIFA Disciplinary Code og Leikarareglugerð hjá FSF, so er revsingin fyri rasistiskan málburð ásett til í minsta lagið tíggju dagar. Men av tí, at FSF-aðalskrivstovan metir, at talan er brot, ið er framt í ungdómsdeildini, so hevur Aga- og etiskanevndin staðfest dómin hjá FSF.

Allur úrskurðurin kann lesast her.