Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kvinnurnar fingu heili 28 stig í dag

Í kvøld spældu føroysku kurvabóltskvinnurnar dyst móti vertunum úr Guernsey.

Høllin var stúvstappandi full av fólki men føroysku áskoðarirnir smæddust ikki burtur. Teir hoyrdust væl í høllini tá teir heppaðu á føroysku damurnar við rópum sum “øll, sum elska Føroyar, hoppa nú” og “kom so Føroyar”. Rómurin var góður og í byrjanini av dystinum sá út til at føroysku damurnar skuldu yvirraska Guernsey, tí eitt tíðarkseið vóru tær væl frammanfyri, men seinni kom gongd á vertirnir og dysturin endaði við 58-28 til vertirnar.

Føroysku damurnar spældu í gjár og tá fingu tær 19 stig so sigast má at tað var stór framgongd í dag, tí ikki var lætt at spæla við fullar høll av Guernsey íbúgvum.

Eftir dystin fingu vit prát við Fríða í Geil Jensen, venjara; Anna Mariu Færø, Sigrið Ísheim, mammuna hjá Erlu og Erlu Petersen.

Í morgin kl. 14.00 spæla kvinnurnar aftur og vit á FM1 siga frá.