Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Reiðarí biður um umbering fyri grindadráp

Tað var harmiligt, at grindadráp fór fram, samstundis sum at Ambition lá við bryggju, sigur reiðaríið Ambassador Cruise Line

Reiðaríið Ambassador Cruise Line hevur biðið ferðafólk umborð á skipinum Ambition um umbering, eftir at skipið lá í Havn, meðan grindadráp var í Sandagerði fyrradagin.

– Vit eru vónbrotin av at hendan veiðan fór fram samstundis sum at vit lógu við bryggju, sigur eitt talsfólk fyri Ambassador Cruise Line sambært miðlinum Trade Travel Gazette.

Talsfólkið vísir á, at reiðaríið mótmælir grindadrápi, og at reiðaríið samstarvar við náttúruverndar-felagsskapinum Orca, sum hevur til endamáls at verja hvalir í Evropa.

Reiðaríið sigur, at tað skilir, at tað hevur verið ørkymlandi hjá ferðafólkunum bara at síggja eftirleikin av grindadrápinum og sipar til myndir, har sjógvurin er reyður, og Ambition liggur í bakgrundini.

– Vit eru ógviliga vónbrotin av, at hetta fór fram eftir at vit í fleiri vikur hava roynt at havt opnan og konstruktivan dialog við føroysku stjórnina og Visit Faroe Islands um hetta, sigur Christian Verheuning, stjóri í Ambassador Cruise Line, sambært Trade Travel Gazetta.