Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enn tosa ov nógv í telefon meðan tey koyra

Løgreglan er javnan úti og ger ferðsluátøk kring landið, og í gjár var eitt tílíkt vesturi í Vágum. Ein afturvendandi trupulleiki er, at fólk tosa í fartelefon, meðan koyrt verður, og tað var eisini galdandi í Vágum í gjár

Seinasta døgnið hjá Føroya Politi hevur verið sera friðarligt – tíbetur, freistast mann at siga.

Men løgreglan var úti og gjørdi eitt ferðsluátak vesturi í Vágum í gjár, og har má enn einaferð staðfestast, at tað eru ov nógvir bilførarar, ið tosa í fartelefon, meðan tey koyra bil.

Tí meðan ferðin sum heild var eftir umstøðunum – og innan lógarinnar karmar – so vórðu trý mál skrivað niður í svørtu bók, har fólk tosaðu í fartelefon.

At brúka handhildna telefon, meðan koyrt verður, verður mett tað sama sum gáloysni í ferðsluni, so hesir tríggir bilførararnir fáa eina bót upp á 1.000 krónur í part fyri dýru telefonsamrøðuna í bilinum, ið er nógv minni enn í hinum Norðurlondum, sum vit ofta samanbera okkum við.

Hyggja vit eftir hagtølunum fyri í fjør, so skrivaði politiið í Føroyum 420 mál um fólk, sum brúktu handhildna telefon, meðan tey koyrdu bil, og løgreglan minnir á, at gáloysni er millum mest vanligu orsøkunum til ferðsluóhapp.

Løgreglan fekk eisini eina fráboðan í gjárkvøldið, at grannar høvdu eitt sindur trupult við at sova vegna ov harðan tónleik í einum sethúsum, har føðingardagur var á skránni. Politiið fór líka á vitjan í føðingardegnum, og tað var í sátt og semju, at tónleikurin varð skrúvaður niður.

Annars fyrireikar løgreglan seg til G!-Festivalin, har ein eyka patrulja er til arbeiðis í samband við tónleikafestivalin, men vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at fyriskipararnir av festivalinum í Syðrugøtu altíð hava fyrimyndarligar vaktir á G!

– Vit halda okkum fyri tað mesta í bakgrundini, og eru á staðnum, um brúk er fyri okkum, greiðir vakthavandi frá.