Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arnbjørn hevur góðar vónir

Arnbjørn Svensson letur væl at umstøðunum í Andorra, men dysturin skal vinnast

Víkingur leggur síðstu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Inter Club d’Escaldes seinnapartin, sum byrjar klokkan 16.

Arnbjørn Svensson sigur, at tað eru góðar umstøður hjá Víkingaliðnum í Andorra, men at liðið úr Eysturkommunu er komið til fjallalandið at fáa eitt úrslit.

– Vit hava góðar vónir at fáa eitt gott úrslit, so vit kunnu koma víðari til næsta umfar, sigur Arnbjørn.