Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Twitter hevur mist helvtina av lýsingarinntøkunum

Twitter hevur negativan rakstur, og síðan Elon Musk keypti Twitter í fjør, hevur sosiali miðilin mist helvtina av øllum lýsingarinntøkunum

Twitter hevur mist næstan helvtina av umsetninginum frá lýsingum, síðan Elon Musk keypti miðilin í oktober.

Hetta váttar Elon Musk sjálvur sambært BBC.

Twitter koyrir við undirskoti, men Elon Musk vil ikki siga, hvussu og nær felagið hevur mist so nógvar lýsingarinntøkur. Elon Musk ger kortini greitt, at Twitter skal hava avlop í rakstrinum, áðrenn nakað annað kann gerast.

Elon Musk segði umleið helvtina av teimum 7.500 starvsfólkunum úr starvi á Twitter í fjør í einari roynd at spara pengar, og eisini hevur Elon Musk framt aðrar tøkniligar sparingar í felagnum.

Elon Musk vil vera við, at felagið fer væntandi at hava um tríggjar milliardir dollarar í umsetningi í ár, sum er munandi minni enn í 2021, tá umsetningurin var 5,1 milliardir dollarar.

Samstundis sum at Twitter liggur tungt í sjónum fíggjarliga, vilja summar metingar vera við, at nýggja appin hjá Meta, sum eitur Threads, hevur longu fingið 150 milliónir brúkarar.

Elon Musk keypti Twitter fyri 44 milliardir dollarar í fjør.