Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóannes Kalsø Danielsen: Fullkomiliga óveruligt!

FM1 hevur tosað við høgra bakkin hjá KÍ, sum var sjúkur undan fyrra dystinum, men í dag aftur spældi sera sannførandi á høgra bakki.

“Vit vistu, at tað fór at vera talan um ein torføran dyst, men vit trúðu allatíðina uppá, at vit vit kundu taka teir av bóli. Hetta er fullkomiliga óveruligt, men eg haldi veruliga, at allir spældu sín lívsdyst í dag!”

Nú stendur BK Häcken fyri framman?

“Vit hava sjálvandi ikki hugt eftir BK Häcken enn, men nú kunnu vit ikki annað enn at trúgva uppá, at vit kunnu vit vinna á øllum!  Hetta er heilt fantastiskt og orð eru fátøk! Nú vóna vit at savna allar norðoyingar til eina fótbóltsfest í Klaksvík ímóti BK Häcken.”

Við myndini hava KÍ’ararnir heilsað upp á Mr. KÍ, Hans Jacob Heinesen, eftir dystin. Myndin talar fyri seg.