Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggjur dómari í Betrideildini hjá monnum

Til dystin í Betrideildini hjá monnum millum HB og AB tann 6. august 2023 fara vit at síggja ein nýggjan dómara.

Til dystin í Betrideildini hjá monnum millum HB og AB tann 6. august 2023 fara vit at síggja ein nýggjan dómara. Talan er um Árna Brandsson Petersen, sum á fyrsta sinni skal stjórna einum dysti í Betrideildini hjá monnum.

Síðani væl kendi tríbólkurin úr KÍ, Lassin Isaksen, Jón Kári (Gaja) í Brekkuni og Petur Hans Joensen, leiddi nógvar dystir kring oyggjarnar fram til 2006, so hevur bert ein dómari umboðað KÍ í bestu deildini: nevniliga Áron Sofus Høgnason Vest til dystin 22. september 2019 millum B36 og ÍF.

Nú verður annar dómarin úr KÍ at síggja í Betrideildini. Sambært faroesoccer.com hevur Árni dømt 146 dystir í vaksnamannadeildum síðani 2018, verið hjálpardómari 12 ferðir og 4. dómari 16 ferðir.

Til stuttleikar kann nevnast, at 33-ára gamli Árni Brandsson Petersen fær áðurnevnda Lassin Isaksen sum dómaraeygleiðara.