Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vitjanin hjá Paul Watson er av

John Paul De Joria er á veg til Portugal, og vitjanin í Føroyum er av á hesum sinni, sigur Paul Watson

Paul Watson boðar í dag frá, at vitjanin hjá John Paul De Joria og manningini hjá Paul Watson í Føroyum er av á hesum sinni.

Á facebook sigur Paul Watson, at John Paul De Joria nú á veg til Lissabon í Portugal, har umvælingar skulu gerast á motorin.

Í morgun sigldi John Paul De Joria suður um Føroyar, og sambært AIS dátunum hjá skipinum lá leiðin til Rochelle í Fraklandi.

Hetta hevur so eftir øllum at døma ikki verið heilt rætt, nú leiðin gongur móti Portugal ístaðin.

Paul Watson skrivar á Facebook, at tað eru 43 dagar síðani John Paul De Joria fór úr New York til Íslands at gera mótstøðu móti hvalaveiðu. Ætlanin var ikki at koma til Føroya í summar, men av tí at forboð varð sett fyri hvalaveiðu í Íslandi fram til 31 august, varð ístaðin avgjørt at sigla til Føroya.

Endamálið við at koma til Føroya var bæði at bjóða tilvitskuni av og at skapa kontrovers, og tað hevur eydnast, heldur Paul Watson, sum samstundis nýtir høvið at takka teimum sjálvbodnu á landi, ið nýtt tíðina til at arbeiða ímóti grindadrápi.

Manningin hjá Paul Watson skuldi annars eftir ætlan verið í Føroya rætti í dag, har skiparin er skuldsettur fyri at hava tikið seg inn um 12 fjórðingar, hóast forboð hevur verið sett fyri hesum, umframt at manningin er skuldsett fyri ikki at geva seg undir innferðareftirlit.

Tá rættarfundurin skuldi byrja klokkan 13 var kortini eingin manning frá John Paul De Joria, tí hon er ávegis til Portugal.