Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tony Bennet deyður

96 ára gamli Tony Bennet andaðist 21. juli

Legendariski New York pop og jazz sangarin, Tony Bennet, er deyður, 96 ára gamal.

Bennet var millum annað kendur fyri sangir, sum The Way You Look Tonight, Body and Soul og (I Left My Heart) In San Francisco.

Hann hevur sungið saman við nógvum stjørnum frá Lady Gaga til Arethu Franklin og Frank Sinatra, sum nevndi hann “besta sangara í heiminum”.

Í hesi 80 árini, sum hann sang, seldi hann milliónir av plátum og vann 20 Grammy virðislønir.

Bennet doyði í heimbýnum New York. Tað var eingin beinleiðis grundgeving til deyðan men Bennet hevði fingið staðfest Alzheimer í 2016.

Tony Bennet varð føddur Anthony Dominick Benedetto í august mánaða í 1926