Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Evakuerað úr Rhodos: – Sum at vera í einum krígsfilmi

Ferðafólk á grisku feriuoynni Rhodos, verða í hesum døgum evakuerað í hópatali av oynni

Orsaka av náttúrueldum í skógarumráðum kring oynna, verða fólk send heim í heilum. Hitabylgjan ávirkar álvarsliga umstøðurnar. Donsku ferðaskrivstovurnar Tui, Spies og Apollo Rejser avlýsa allar ferðir til grisku oynna, og evakuera teir gestirnar, ið eru til staðar har.

Hotellið í Kiotar, har Dorte við familju vóru á feriu, tá eldurin breyt út. - Myndaeigari: Privatmynd, Dorte Rose Nielsen

– Hetta er sum at vera við í einum krígsfilmi. Vit vórðu øll útkoyrd við militervognum, sigur danska Dorte Rose Nielsen, við TV2 Danmark.

Her máttu Dorte Rose Nielsen og familja hennara, umframt hundraðtals onnur, ganga meir enn sjey kilometrar fyri at koma úr vandastøðu. - Myndaeigari: Privatmynd, Dorte Rose Nielsen.

Varaborgarstjóri á Rhodos mælir lokalfólkinum til, at vísa gestablídni og bjóða fólkinum inn. – Vit hava bara vatn og basis-matvørur til fólk í neyðherbergunum, ið eru sett upp til evakuerandi turistar, sigur varaborgarstjórin í Rhodos, Athanasios Vyrinis, við lokala tíðindastovnin The Dawn. – Fólk sita á trappum og á skúlaborðum. Tey opna pappeskjur og sova í teimum, leggur hann afturat.

Soleiðis sær út í Rhodos í dag. Her síggja vit eitt sokallað neyðherberg - Myndaeigari: - Argyris Mantikos / ASSOCIATED PRESS
Fólk verða koyrd avstað í lastbilum á Rhodos. - Myndaeigari: Stringer / Ritzau, Scanpix.

Sambært griskum lokalmiðili, skal varaborgarstjórin í Rhodos, Athanasios Vyrinis, hava sagt, at hetta er ein vaksandi trupulleiki. Óvissan er stór, og lítil og ongin kunning er frá ferðaskrivstovunum, ið sendu sínar kundar avstað til sjarmerandi oynna Rhodos, sum nú stendur í ljósum loga.

Økið, har náttúrueldurin er komin til inntil víðari. - Myndaeigari: Copernicus.

Um tú ert í Rhodos og ynskir at deila tína søgu og vísa onkrar myndir frá umstøðunum, hoyra vit gjarna frá tær.