Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

USS Delaware aftur í Føroyum

Fyri aðru ferð í summar verður USS Delaware at síggja í føroysku firðunum í dag

Í dag verður amerikanski kavbáturin USS Delaware aftur at síggja á Nólsoyarfirði. USS Delaware er kjarnorkurkin kavbátur av Virginia klassanum og er frá 2018.

USS Delaware er 115 metrar langur og 10 metrar breiður, og kavbáturin hevur eina manning, ið telur 132 mans.

Hetta er aðru ferð, at USS Delaware verður at síggja í føroysku firðunum í summar, tí USS Delaware lá eisini á Oyrareingjum í nakrar dagar seinast í juni.

USS Delaware hevur diplomatiskt loyvi at koma í Føroyskt sjóumveldi í sambandi við steðgin í Nólsoyarfirði.